Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Havnar Fimleikafelag: Havnar Fimleikafelag endar komandi vikuskifti eitt væleydnað fimleikaár. Fimleikarárið verður rundað av við forvitnisligum framsýningum, har flestu íðkandi limirnir í felagnum, fara at vísa hvat teir hava vant í vetur.

Av tí at talan er um so nógv lið, er neyðugt at skipa fyri ikki færri enn trimum framsýningum, sum verða leygardagin 13. apríl í høllini á Hálsi. Framsýningarnar verða skipaðar soleiðis, at íðkararnir verða býttir upp eftir aldri.

Leygardagin 13. apríl klokkan 10, eru tað børn undir skúlaaldur, sum sýna fram í høllini á Hálsi, klokkan 13.30 eru tað børn úr 1. til 4. flokk, sum fara á gólvið. Seinasta sýningin leygardagin verður klokkan 17, og tá eru tað ung úr 5. flokki og eldri, ið fara at royna seg.

Meiri er at lesa um felagið og framsýningarnar á www.hf.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo