Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Norski njósnarin Arne Treholt er deyður, 80 ára gamal.

Arne Treholt varð í 1985 dømdur fyri at njósnast fyri Sovjetsamveldið og Irak.

Sagt verður, at hann er tann mest umtalaði og umstríddi normaðurin eftir kríggið.

Hann fekk 20 ára fongsulsrevsing, men var náðaður í 1992 tí heilsan var so ring.

Arne Treholt helt seg ytst á vinstraveinginum í norska Arbeiðaraflokkinum. Tá hann varð handtikin var hann í leiðandi starvi í norska uttanríkisráðnum.

Hann helt altíð uppá, at hann var ósekur í njósning, men hann játtaði, at hann hevði havt loyniligar fundir við russisku fregnartænastuna KGB, at hava givið teimum loynilig skjøl og eisini at hava fingið pening afturfyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo