Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Hatta er eitt serøki sum føroyingar og bretar vóru ósamdir um í nógv ár, men sum ein semja bleiv gjørd um í 1999. Sambært avtaluni er øki líka so nógv føroyskt sum bretskt, og tí er talan heilt einfalt um eina misskiljing, tá bretar siga, at russar sleppa í bretskt øki við vælsignilsi úr Føroyum.

Árni Skaale ivast ikki, hvat hann skal svara, tá VP biður um eina viðmerking til tíðindini í The Telegraph, sum endurgevur bretskar stjórnarkeldur fyri at siga, at talan er um eina grásonu og kallar økið fyri bretskt.

Les eisini: Bretar siga, russisk skip sleppa í bretskan sjógv, tí føroyingar loyva teimum

Talan um um eitt øki áleið tríggjar ferðir so stórt sum Føroyar, og avtalan, sum londini gjørdu eftir áralangt stríð, er langtsíðani staðfest av ST.

- Avtalan er genial, tí man samdist um, at báðir partar skulu hava javnbjóðis rætt til økið. Føroyskir myndugleikar hava onki at gera umborð á bretskum skipum, sum fiska har, og bretar hava onki at gera umborð á føroyskum skipum, sum fiska har. Tað sama er galdandi fyri skip úr øðrum londum, sum fiska í økinum eftir avtalu við londini sum vara av tí, sigur Árni Skaale.

Hann leggur afturat, at umframt russisk skip fiska bæði íslendsk, grønlendsk og norsk skip á leiðini eftir avtalu við Føroyar.

- Men hvat sigur tú til atfinningarnar frá bretum um, at føroyingar ikki stongja sínar leiðir fyri russiskum skipum?

- Tað er lætt hjá teimum at siga. Støðan hjá føroyingum og bretum kann ikki samanberast. Fiskivinnan og tær avtalurnar sum føroyingar gera við onnur lond hava so stóran týdning fyri okkum. Talan er um bindandi avtalur, sum vit hava við russar. Tær eru galdandi til í heyst, og hvat hendir tá, vita vit ikki. Men vit hava ongar ætlanir um at bróta avtaluna og reka russar úr økinum, sigur Árni Skaale.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo