Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Síðsta

Hóast bretar hava bannað russiskum skipum at fiska í bretskum sjógvi, og atgongd til bretskar havnir, so fiska minst 6 russiskir trolarar framvegis í bretskum øki, skrivar The Telegraph.

Orsøkin er, at føroyingar og bretar í felag hava atgongd til og eftirlit við eini leið í skotskum sjógvi. Og føroyingar hava givið russum loyvi at fiska har, uttanum bretskar myndugleikar, sum kalla leiðina fyri eitt slag av loynikróki, og annars tosa um hol í sínamillum avtaluni ímillum Bretland og Føroyar, skrivar miðilin.

- Russar kunnu fiska virði fyri upp til 16 milliónir pund, sum svarar til yvir 142 milliónir krónur, og hetta eru pengar sum í prinsippinum kunnu brúkast til at fíggja kríggið ímóti Ukraina, og tað líkist ongum. Føroyingar mugu taka seg saman, sigur ein stjórnarkelda við The Telegraph.

- Vit standa saman við okkara sameindu um at darva krígsmaskinuni hjá Putin, og skaða russiska búskapin so nógv sum vit kunnu. Vit kundu ikki funnið uppá at givið russiskum skipum loyvi til at fiska í okkara sjógvi. Og vit fara áhaldandi at heita á føroyingar um at gera tað einasta rætta og banna øllum russiskum skipum í okkara øki, sigur keldan við The Telegraph.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo