Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Arnleyg Jacobsen varð fødd 29. desember 1922.

Í hesum sambandi verður skipað fyri 100-ára minnishaldi í Víkingahúsinum í Sarpugerði í Norðragøtu, leygardagin 14. Januar 2023 kl. 16.

Á hesum haldi verður lýst í orðum og myndum tað sera stóra arbeiði, sum Arnleyg og Tummas gjørdu fyri at varðveita gamla býlingin í Norðragøtu, sum nokk er eindømi í Føroyum.

Greitt verður frá týdninginum av at verja um søguna, og hvønn týdning hettar hevur fyri bygdina í dag.

Somuleiðis verður kunnað um arbeiðið við Gøtu húsasøgu, sum Arnleyg var í gongd við.

Eystanljóð kemur eisini at framføra sangir á tiltakinum.

Bjóðað verða kaffi og køkur.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo