Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Framsýningin er opin til 20. oktober: týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18, eisini er opið eftir avtalu.

Arnold Vegghamar byrjaði tíðliga at mála. Hann er útbúgvin silvur- og gullsmiður, sum myndlistamaður er hann sjálvlærdur. Arnold Vegghamar hevur sýnt fram í gallaríum ymsa staðni í Føroyum, Danmark, Svøríki, Týsklandi og aðrastaðni, eisini liskaskálum m.a. í Leopold Museum í Wien. Í 2017 verður Arnold Vegghamar 80 ár.

Í málningunum hjá Arnold Vegghamar er ein sjaldsom styrki, listarliga fevnir hann frá tí fantastiska, litríka til tað mest erliga, hugtakandi og sjarmerandi brutala, t.d. tá hann málar tey høgu fjøllini har norðuri.

Arnold Vegghamar málar náttúruna har norðuri á Viðoynni, lendingin, bygdin, hamrar og urðar – tað eru ikki vanligar náttúrulýsingar, men heldur persónligar surrealistiskar tulkingar av landslagnum. Tað handlar ikki um, um tað líkist náttúruni, tað handlar um tann innara ósjónliga sannleikan - upplivingar, kenslur, sinnisrørslur og ímynd. Tað vil siga, at mála sinnisstøðuna, tí hetta er ein veruleiki, sum júst er avgerandi fyri tann ovurhugaða og sinnisrørda listamannin. Hansara týðuligu pensilsstrok og sterku litir ímynda tann innara ófriðin og fær alla náttúruna at liva og røra seg. Heimsmyndin sær annarleiðis út enn vit sansa – listamaðurin letur seg ikki leiða av passivt registrerandi virksemi, tá hann skoðar veruleikan, hann skapar sína egnu heimsmynd bygd á vilja og skapanarmegi.

Munur á góðari og vánaligari list er, millum annað, at góð list krevur nakað av sínum áhoyrara og áskoðara, meðan vánalig list ikki ger tað. Málningarnir hjá Arnold Vegghamar krevja nakað av áskoðaranum.

Á framsýningini í Galerie Focus eru 32 málningar sum eru at síggja á www.galeriefocus.com

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo