Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sambandsflokkurin: Áron er føddur í Klaksvík í 1994 og er vaksin upp har. Áron býr enn í Klaksvík.

Hann arbeiðir dagliga sum søluráðgevi hjá KJ Hydraulik, á søludeild teirra á Kambsdali.

Áron hevur drúgvar vinnuligar royndir innan sølu og innkeyp. Umframt hetta hevur hann starvast í danska militerinum. Áron er útlærdur sølumaður og málsligur studentur.

-  Eg stilli upp til løgtingsvali, tí at eg havi ein veikleika – eg dugi ikki at sita á lætu síðuni og grenja. Eg má gera okkurt við tað, ið eg eri ónøgdur. Tað er týdningarmikið fyri meg at gera tingini, ið eg seti mær fyri – tað plagi eg sum oftast at eydnast við.

Spurdur um hjartamál, svarar Áron:

-  Eg brenni fyri, at tað skal vera lætt at liva og virka í Føroyum. Ongin, sum býr í hesum landi, skal kenna seg sum eitt sjonglørbólt, ið bara verður kastaður millum nøkur skrivaraborð. Vit skulu gera tað lættari og skjótari at fáa bráðfeingis hjálp.

- Harafturat brenni eg fyri, at skattgjaldarin skal kunna behalda uppá meir av sínum egnu pengum.

- Eisini ynski eg, at vit vísa suðuroyingum ta virðing, at fáa ferð á prosjektið um Suðuroyartunnilin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo