Listin ger lívið lættari at liva
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinta Løwe Jacobsen, løgtingsmaður
Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í samferðslumálum
Evni: Asfaltering í Fugloynni

Spurningar:
1. Hvørjar ætlanir eru um at asfaltera vegin millum Hattarvík og Kirkju?

2. Hvørjar ætlanir eru um at gera nýggja bilverju á vegnum millum Hattarvík og Kirkju?

3. Hvørjar ætlanir eru um at bøta um lendingina í Hattarvík og á Kirkju?

Viðmerkingar:
Vegurin millum Hattarvík og Kirkju er illa farin og treingir til ábøtur. Í støðum er bilverjan eisini burtur, tí hon er illa farin. Talan er bara um einar fimm kilometrar, og tí átti ikki at verið so kostnaðarmikið at asfalterað og gjørt bilverjuna aftur.

Á fíggjarlógini er peningur fleiri ferðir játtaður til lendingina/havnarlagið í Svínoynni, og tí er áhugavert at vita, hvat fer at verða gjørt í Fugloynni.

Á Løgtingi, 10. august 2022
Beinta Løwe Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo