Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

G! 2024: Í farnu viku varð fyrsta navnið á G! 2024, Of Monsters And Men, kunngjørt. Í morgun er festivalurin klárur við næsta navninum norska rapparanum Ash Olsen.

Ash Olsen er ein av bestu ungu rapparunum úr Norra. Hon hevur tikið bæði tónleikavinnu og áhoyrarar púrasta á bóli í heimlandinum. Lagið Kit Kat hevur verið vælfagnað á Tik Tok, og hevur samstundis fingið flog á dansigólvum kring alt Norra, og nú eisini í útvarpi og Spotify.

Vit vóru so heppin at hoyra Ash Olsen framføra á Iceland Airwaves, har hon hevði eina heilt einastandandi, rúnarbindandi og orkumikla framførslu, sigur Høgni Lisberg, tónleikastjóri, og vísir á, at har er breið semja um, at hetta er eitt listafólk, sum sær út til at fara at fáa sítt stóra altjóða gjøgnumbrot, áðrenn vit vita av.

Við Ash Olsen er eingin ivi um, at veitslan, ið tónleikastjórin lovaði í Kringvarpinum seinastu viku, verður sparkað enn harðari í gongd, og væntandi dansar øll bygdin við til hennara fangandi løg og stev. Ja, vit vænta at føroyingar veruliga fara at taka Ash Olsen til sín.

G! hevur øll árini lagt seg eftir at bjóða nøvn, ið eru á veg móti stjørnunum, og hetta er eitt dømi um júst hetta.

Við at kunngera Ash Olsen nú, er ríkur møguleiki at fáa tónleik hennara ordiliga undir húðina, meðan vit fyrireika okkum til veitsluna í Syðrugøtu 18.-20. juli 2024.

Leinkið til lagið KitKat: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo