Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ítróttur

Stoyt.fo: Í vikuskiftinum luttók Asta Egilstoft Nielsen, til tað norðurlendska meistaraheitið fyri junioror. Asta hevur vant fram ímóti hesi kappingini í gott eitt ár, og eydnaðist tað Astu at kvalifisera seg til kappingina 27 juli í ár. Asta, sum er fyrsta føroyska kvinniliga umboðan til hesa kappingina, fekk eitt flott 4 pláss. Kappingin var hildin í Rovaniemi, Finnlandi í gjár.

Asta lyftir í -59kg vektbólkinum. Hon lyfti heili 57kg í trekk og 71kg í vend og stoyt. Hetta gav henni eitt samalð úrslit á 128kg, og eitt sera flott 4 pláss.

Venjarin hjá Astu, Pól Hendrikur Andreasen, er sera heppin um úrslitið. Eitt 4 pláss til eina so stóra kapping, eftir bert at hava íðka vektlyfting í nærum 2 ár er sera flott. Avtrat hesum prógvar hetta at tað arbeiði, sum verður gjørt í Styrkifelagnum Stoyt, er á einum góðum og høgum støði.

Pól er ávísur um at tað vera fleiri, sum koma at fylgja sporinum hjá Astu. Tað norðurlendska meistaraheitið verður hildið í Keypmannahavn í næsta ár. Vónirnar eru at vit aftur tá hava íðkarar við til kappingina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo