40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ítróttur

Flogbóltssamband Føroya: ASV, Aarhus Studenternes Volleyballforening, við Bjørk Nolsøe Isaksen á odda, vunnu leygardagin greiðan 3 – 0 heimasigur í Århus Gl. Stadionhal á IF Lyseng í donsku 1. deild. Settúrslitini vóru 25-23, 25-10, 25-12.

Harvið hevur ASV vunnið 1. deild vestur hóast 3 dystir eru eftir at leika. Tær hava 42 stig, meðan Fortuna Odense Volley og Aalborg Volleyball liggja ávíkavist nummar 2 og 3 bæði við 31 stigum.

Síðsta ár blivu ASV damurnar nummar 2, nøkur fá stig aftanfyri Ikast, ið vunnu og ryktu upp í bestu deildina.

Hettar er annað árið at Bjørk Nolsøe Isaksen spælir sum kantáleypari á liðnum.

Við skørpum hoppservum, hørðum smasjum og stabilum servimóttøkum og verjuspæli, er hon vorðin ein lyklaleikari á liðnum og er fleiri ferðir kosin dagsins leikari.

Fyrra partin á kappingarárinum, spældi Eva Winther Nagata nakrar dystir sum hevari á liðnum.

Í donsku 1. deild hjá kvinnunum eru 20 lið og hesi eru deild upp í tvær kappingar, 10 lið í 1. deild vestur og 10 lið í 1. deild eystur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo