40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Á okkara hægra læristovni verða næstan bara útbúgvingar til almenn størv bjóðaðar út. Hetta má broytast.

Av okkara arbeiðsmegi eru uml. 60% í privatum starvi, ímeðan uml. 40% eru í almennum starvi.  Okkum tørvar útbúnað fólk til allar geirar í samfelagnum og tað eigur at speglast aftur í útboði av útbúgvingum. Men tað ger tað als ikki.

Las eina oddagrein á Portalinum frá 26. Juni 2022. Yvirskriftin var: “Framleiða fólk til almenna geiran”. 165 fólk høvdu hesar dagarnar í juni fingið prógv frá Fróðskaparsetri Føroya.

Av teimum 165, eru tað í mesta lagið 15 fólk, ið kundu sæst í einum privatum starvi. Heili 150 eru útgjørd til eitt alment starv.

Væntaði at hetta vandatekin var viðgjørt í øllum miðlum, men so var ikki. Sjálvt almenna KVF segði ikki eitt orð.

Nú týsdagin var grein í miðlunum við yvirskriftini:  “266 nýggj lesandi byrjaðu á setrinum í morgun

Men hvørja útbúgving hesi fólkini nema sær ger meg bilsnan. Ikki ein av hesum 266 fáa eina útbúgving til privata geiran. Hvør einasti næmingur fær útbúgving til eitt alment starv.

Vit hava tørv á øllum, men her er okkurt heilt galið við útbúgvingarskipanini.

Samgongan hevur uppraðfest KT-verkfrøði á Setrinum og júst stovnsett aliútbúgving á miðnámi. Tað eru neyðug framstig, men tølini tala. Her er alneyðugt at laga útbúgvingartilboðini til samfelagið og ikki umvent.

Tilboð um útbúgvingar til privata geiran, ikki minst til framleiðsu- og útflutningsvinnurnar, mugu í nógv størri mun bjóðast okkara ungdómi.

Jørgen Niclasen, tingmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo