Høvdu forfedrarnir ikki verið skjótir á sjóvarfallinum eftir løtuvinningi, hevði mangan verið svangligt í Føroyum
- Juul Jacobsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Heilsumálaráðið: Fríggjadagin í farnu viku skipaði Eldraráðið í Tórshavnar kommunu fyri eldradegi. Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, var boðin at halda eina røðu á degnum.

Í røðuni kom landsstýriskvinnan millum annað inn á hugtakið “at gerast eldri við góðari heilsu” umframt eitt av hjartamálunum hjá landsstýriskvinnuni, sum er at gera raðfestingar á fyribyrgingarøkinum, ikki bara fyri tey, sum eru eldri, men á heilsuøkinum sum heild.

Í røðuni segði landsstýriskvinnan millum annað soleiðis: "Vit kunnu gleðast um, at tað gerast alsamt fleiri eldri fólk her á landi. Alsamt fleiri, sum kunnu njóta lívsins heyst.

Tað hevur sjálvandi eisini við sær, at vit politikarar mugu hugsa hetta inn í tær raðfestingar, sum verða gjørdar nú og tey komandi árini – at taka hædd fyri hesa góðu søguna um vøksturin av tí gráa gullinum."

Øll røðan kann lesast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo