Løgreglan: Átaksráðið var fyrrapartin á fundi um støðuna í sambandi við, at fleiri veikleikar eru staðfestir í PHP. PHP er eitt forritanarmál, sum verður nýtt á nógvum heimasíðum og nettænastum.
Felags metingin hjá myndugleikunum á fundinum er, at viðkomandi KT-veitarar, netumsitarar og stovnar av týdningi hava sett neyðug fyribyrgjandi átøk í verk, og at tamarhald er á støðuni.
Enn eru ongar ábendingar um, at veikleikarnir eru misnýttir til álop á føroyskar heimasíður ella nettænastur.
Órógvið, sum hevur verið á ávísum tænastum, stavar eftir tí upplýsta frá trygdarátøkum og dagføringum.
Summar tænastur hava verið fyribils óvirknar, tí tær eru tiknar av netinum av trygdarávum.
Myndugleikarnir heita tó á veitarar og umsitarar av heimasíðum og nettænastum, sum ikki longu hava gjørt tað, um at:
-
Kanna, um skipanir teirra nýta PHP.
-
Dagføra PHP skjótast gjørligt, um so er.
-
Taka viðkomandi skipanir fyribils av netinum, um ikki ber til at dagføra beinanvegin.
Upplýsingar um dagføringar eru á heimasíðuni hjá PHP: https://www.php.net/archive/2026.php#2026-10-21-5
Nærri kunning um støðuna og neyðug trygdarátøk er at finna á heimasíðuni hjá Fjarskiftiseftirlitinum, www.fse.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



