Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Uni Holm Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
Evni: Atgongd inn á brasilska marknaðin

1. Nær væntast brasilski matvørumyndugleikin at koma til Føroya ?

2. Hvørji eru útlitini at fáa sínámillum heilsufrøðiliga góðkenning millum Føroyar og Brasil?

3. Hvørjar eru avbjóðingarnar í hesum sambandi?

Viðmerkingar:
Matvørumyndugleikin í Brasil, MAPA, er sum skilst á veg til Føroya á eftirlitsvitjan.

Tað kann fáa stóran týdning fyri føroyskar útflytarar, serliga útflutningin av saltfiski. Føroysk virki hava í nógv ár viljað útflutt fiskavørur til Brasil. Tað er ein góður og stórur marknaður, sum innflytur nógvan klippfisk.

Í uppskotinum til eykajáttanarlóg fyri september, sum Fíggjarnevndin er farin at viðgera, stendur, at brasilskir myndugleikar koma ætlandi til Føroya á eftirlitsvitjan í heyst. Av somu orsøk verður biðið um at játta Heilsufrøðiligu starvsstovuni 200.000 kr. afturat til endamálið. Mannagongdin er, at tað er móttakaralandið, í hesum føri Føroyar, sum rindar fyri uppihald, mat, tulkatænastu, flutning o.a.

Tað tekur vanliga drúgva tíð at lata marknaðir upp fyri føroyskum vørum. Eisini í hesum føri. Tað hevur verið bíðað eftir hesari vitjanini í nógv ár, har brasilskir myndugleikar skulu kanna og góðkenna eftirlitið hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni og føroyska matvøruframleiðslu, sum er neyðugt fyri at fáa regluligan føroyskan útflutning til Brasil í lag.

Ráfiskakeyparafelagið hevur í nógv ár víst á, at tað er neyðugt við betri marknaðaratgongd, serliga í Suðuramerika og Asia, so føroyskir útflytarar hava somu møguleikar sum kappingarneytarnir í øðrum londum.

Tí hesar spurningar.

Á Løgtingi, 11. oktober 2023
Uni Holm Johannesen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo