Eitt gott umdømi er skjótari at missa enn at vinna
- Walter E. Williams

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt gott umdømi er skjótari at missa enn at vinna
- Walter E. Williams
Innlendis ítróttur

FSF: Til ber at koyra til dyrnar á eystursíðuni, har tað eisini er upplýst P-øki til rørslutarnað. Tó er neyðugt at hava góðkent parkaringskort fyri persónar við avlami. Er ivamál viðvíkjandi hesum, ber til at seta seg í samband við FSF

Á eystursíðuni verða inngongdirnar B og C nýttar, og eru trý vesi til rørslutarnað tøk á hesi hæddini.

Til ávísar dystir, har krøvini eru herd, verður víst til parkering við suðurendan, har tað í slíkum førum er upplýst P-øki til rørslutarnað. Lyfta er í bygninginum upp til inngongd B og C.

Vitjandi, sum hava atgongmerki til VIP økið, brúka inngongd J, har lyfta eisini er tøk, umframt vesi til rørslutarnað.

Atgongumerki fáast til keyps við at venda sær til fsf@football.fo ella við at ringja á tel. 35 19 79. Fylgari hjá koyristólsbrúkara fær ókeypis atgongumerki.

Ivamál og spurningar kunnu altíð stílast til fsf@football.fo ella við at ringja 35 19 79, mánadag til fríggjadag frá klokkan 09:00 til 15:00. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #