Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Atlantic Airways: Nú er vorðið greitt, at føroyska hondbóltslandsliðið skal spæla sínar bólkadystir til EM-endaspælið í týska høvuðsstaðnum Berlin í januar 2024.

Atlantic Airways, sum eisini er stórstuðul hjá Hondbóltssambandi Føroya, fer í hesum sambandi sjálvandi at flúgva beinleiðis til Berlin.

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, sigur soleiðis:

- Atlantic Airways er tjóðarflogfelagið hjá Føroyum, og vit vilja sjálvandi vera við til at stuðla uppundir, at so nógvir føroyingar sum gjørligt sleppa til Týsklands at síggja dystirnar hjá føroyska landsliðnum og Føroyum til hetta søguliga endaspælið. Vit eru øll errin av hondbóltslandsliðnum og teirra megnaravrikið, og vit gleða okkum at sleppa at stuðla teimum, alt tað, vit eru ment frá áskoðaraplássunum.

Nú lutakastið hevur verið, og tað er avgjørt hvørjum býi, Føroyar skulu spæla í, fara veruligu fyrireikingarnar í sambandi við flúgvingina í gongd, og kunnað verður í næstum um, hvussu verður flogið, og nær sølan byrjar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo