Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Atlantic Petroleum hevur boðað frá árúrslitinum í fjør.

Tað var hall uppá 20,7 mió kr, sum skal samanberast við hall á 0,3 mió kr árið fyri.

Hallið stavar frá eini niðurskriving av virðunum í Orlando goymluni, og ikki frá vanligum virksemi, tí onki slíkt var í felagnum. Bruttovinningurin var 0.

Onki var brúkt til at leita eftir olju, men til umsiting hevði felagið 2,4 mió kr í útreiðslum.

Eginognin hjá felagnum er nú negativ við 116 mió kr.

Mark T. Højgaard, stjóri, sigur í stuttari viðmerking, at nú leggja tey dent á at finna loysnir á skuldini, sum partvís er til Betri Banka og partvís til restirnar av felagnum London Oil and Gas.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo