

Oljufelagið Atlantic Petroleum hevði hall uppá stívliga 5 mió kr í øðrum ársfjórðingi í ár. Tað skal samanberast við 7 mió kr fyrsta ársfjórðing.
Bankaskuldin øktist við 700.000 krónum, og er nú 55,7 mió kr.
Atlantic Petroleum var meint rakt tá oljuprísurin fall so nógv. Felagið hevur ongar inntøkur havt í langa tíð, og livir í veruleikanum av vælvild frá bankanum.
Men stjórin, Mark Højgaard, er bjartskygdur, og hann sigur í viðmerking, at treytað av hvønn veg oljuprísurin fer og hvussu tað gongst at vinna olju úr einasta aktivinum hjá felagnum, sum er Orlando oljukeldan í bretskum øki, so fara inntøkur at koma í kassan seinni í ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo