Føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum realiseraði eitt samlað úrslit uppá minus 112,6 milliónir krónur og ein umsetning uppá 0 krónur í fjør. Men felagið væntar, at í ár fer gongd at koma á, so árið fer at hildnast betur.
- Sjálvt um pengastreymurin ikki byrjaði sum væntað í 2020, so fegnast vit um at kunna staðfesta, at hann er byrjaður í januar í ár, sigur Mark T. Højgaard, stjóri, í fráboðan til børsin.
Tapið í fjør skyldast fyrst og fremst eina ikki-kontanta niðurskriving av útskotnari samsýning í Orlando feltinum. Feltið framleiddi 2.750 føt um dagin ístaðin fyri tey 10.000 føtini, sum felagið hevði væntað.
- Ein loysn á bankastkuldini og konvertibli lánifasiliteturin frá London Oil and Gas in Administration er høvuðsprioriteturin í 2021, skrivar Atlantic Petroleum millum annað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo