

Ukrainski herurin hevur tikið átta landsbýir aftur og 113 ferkilometrar av hersettum øki í mótoffensivinum.
Tað sigur forsætisráðharrin í Ukraina, Denys Sjmyhal, sambært NRK.
- Tað er eitt risastórt øki, segði Denys Sjmyhal til luttakaranar á endurreisingar ráðstevnuni í London í dag.
Sambært honum eru ukrainsku deildirnar komnar upp móti sjey kilometrar inn í hersetta økið hjá russum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo