Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Átta mans eru varðhaldsfongslaðir í fyribils fýra vikur í einum donskum máli um manipulatión við orkuhandli.

Ákæruvaldið sigur, at menninir hava svikað soleiðis at teir og felagið, teir arbeiddu fyri, sum summir teirra áttu í, fingu risastórar bonusar uppá trýsiffraðar millióna upphæddir útgoldnar.

Menninir søgdu seg allar vera ósekar.

Menninir vórðu handtiknir mikudagin og varðhaldsfongslaðir í gjár.

Navnaforboð merkir, at miðlarnir hvørki sleppa at siga, hvørjir menninir eru ella hvussu fyritøkan, teir arbeiddu fyri, eitur.

Ákæruritið var kortini lisið upp áðrenn hurðarnar í rættinum vóru afturlætnar, og sambært tí hava menninir í felag manipulerað við orkuprísum frá 2021 til 2023. Tað hava teir gjørt millum annað við at handla við seg sjálvar og leggja følsk boð út í marknaðin fyri at fáa prísin at hækka. Ikki minst tá orkuprísirnir herfyri vóru methøgir lá væl fyri hjá monnunum at gera sær dælt av støðuni og svika seg til stórar upphæddir, sigur ákæruritið millum annað.

Revsiramman er í høvuðsheitum fongsulsrevsing í upp til háltannað ár. Men í serliga álvarsomum málum ber til at brúka grein 299d í revsilógini og tá ber til at døma fongsulsrevsing í upp til 8 ár. Menninir eru ákærdir sambært hesi ásetingini í revsilógini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo