Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssamband Føroya: Leygardagin verða hálvfinalurnar í steypkakappingini í flogbólti spældar í Badmintonhøllini í Klaksvík, har byrjað verður kl. 13, og síðani verður spælt út í eitt til fjórða og síðsta hálvfinalan, sum byrjar kl. 19, er liðug tá klokkan fer at tátta í níggju.

Hetta er sættu ferð á rað, at hálvfinalurnar verða leiktar í Klaksvík, har fitt av fólki plagar at savnast í høllini. Lagt verður fyri við báðum kvinnudystunum.

Kl. 13:00 Fleyr – Ternan, kvinnur
Fyri fyrstu ferð nakrantíð skuldu kvinnurnar hjá Ternuni á Toftum royna seg í hálvfinaluni í steypakappingini, men tað var um hár gjørt, at tað eydnaðist at vinna sær hetta sæti. Við tógvið stríð vann Ternan tveir 5-settarar, og tað gjørdi, at Ternan var púra jøvn við Mjølnir í stigum og settmuni, men av tí at Ternan vann dystin ímóti júst Mjølni, eftir at Mjølnir annars hevði havt dystarbólt í triðja setti, var tað Ternan sum goggaði sær hálvfinaluplássið.

Men tað krevst eitt rættiligt ódnartak, skal Ternan gera nakað við verandi steypavinnaran Fleyr, sum stendur hinumegin netið. Fleyr hevur bert tapt ein dyst í alt ár – í bæði lands- og steypakappingini – og tað hevði rættiliga loypt hvøkk á føroyska flogbóltsheimin, skuldi tað eydnast Ternuni at vunnið.

Men av Toftum ljóðar, at tey fara mannsterk til Klaksvíkar at styðja sítt lið, og eisini fara tey at øva herróp saman við trummarunum. Og so síggja tey fyri sær, at tað eina settið, Ternan vann ímóti Fleyr í landskappingini, kann gerast til meira í Klaksvík leygardagin.

Kl. 15:00 SÍ – TB, kvinnur
TB er í síni fyrstu hálvfinalu síðani 2018, og har suðuri droyma tey aftur um 2017, tá TB seinast vann steypakappingina, tí hetta er sterkasta liðið, TB hevur havt í fleiri ár. Men trupulleikin er bara, at tað vantar tað allar síðsta í hjá TB til veruliga at hótta tey bæði fremstu liðini, SÍ og Fleyr.

Hetta sóu vit so seint sum seinasta leygardag, tá TB og SÍ møttust í Trongisvági, og hóast TB vann tað eina settið, so vann SÍ hini trý við stórari yvirvág.

SÍ hevur bert tapt ein dyst alt kappingarárið, og tað var ímóti Fleyr tíðliga í landskappingini, og ilt er at síggja at tey hagtølini fara at broytast leygardagin.

Allir hálvfinaludystirnir verða vístir beinleiðis á Rás1 í Televarpinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo