At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður
Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Etiska ráðið

Spurningar:
1. Hví og við hvørjum grundgevingum hevur landsstýrismaðurin tikið avgerð um at koyra 6 ráðslimir í Etiska ráðnum frá?

2. Er avgerðin hjá landsstýrismanninum í samsvari við § 6 í løgtingslógini um Etiskt ráð?

3. Hvørjar eru sakligu grundgevingarnar fyri tilnevningini av nýggja formanninum og nýtilnevndu ráðslimunum?

Viðmerkingar:
Landsstýrismaðurin hevur tikið avgerð um at koyra formannin og fimm aðrar ráðslimir í Etiska ráðnum til hús. Hetta hóast tað stendur í § 6 í løgtingslóg um Etiskt ráð, at limirnir verða settir fyri 4 ár í senn, og forkvinnan bert hevur sitið í 2 ár.

Harafturat stendur í § 6, stk. 6, at tá ið ráðið verður sett av nýggjum verður miðað ímóti, at í minsta lagi 3 limir frá undanfarna valskeiði verða sitandi eitt valskeið afturat, og at limir kunnu verða settir av nýggjum eina ferð.

Avgerðin um at koyra ráðslimirnar frá hevur elvt til undran og ørkymlan millum fólk.

Somuleiðis er spurnartekn sett við setanina av nýggju ráðslimunum og grundgevingarnar handan avgerðina.

Tí verða hesir spurningar settir.

Á Løgtingi, 19. september 2022
Bjarni Kárason Petersen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo