![Logmadur 16 9 sharpenai motion 1](https://www.vp.fo/fileadmin/user_upload/logmadur_16-9-sharpenai-motion_1.jpg)
Aksel V. Johannesen, løgmaður, í Tinganesi. Hóast løgmaður fekk at vita nýggjársaftan, at Margretha drotning fór at siga drotningaheitið frá sær, var avgjørt ikki at taka nýggjársrøðuna upp av nýggjum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Kringvarpið: - Vit umrøddu á Løgmansskrivstovuni, um vit skuldu taka røðuna upp av nýggjum, men valdu ikki at gera tað.
Tað sigur Aksel V Johannesen, sum í nýggjársrøðu sínari ikki nevndi Margretu drotning og avgerð hennara um at siga drotningaheitið frá sær, hóast hann var kunnaður um hetta fleiri tímar, áðrenn røða hansara var send í Kringvarpinum.
Tað hevur vakt ans í donskum miðlum, at løgmaður ikki nevndi drotningina í nýggjársrøðuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo