At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Navnframi journalisturin Øssur Winthereig ætlar fyribils hvørki at keypa ella skriva fyri Dimmalætting. Hesum boðar hann frá á facebook vanga sínum eftir Dimmu forsíðuna í gjár, har yvirskriftin ljóðar "Islam er ein hóttan móti okkum". Inni í blaðnum er samrøða við Erik Biskopstøð úr Klaksvík, sum greiðir frá og grundgevur fyri sínum hugsanum um Islam.

Men forsíðan fellur fleiri fyri bróstið, og teirra millum er Øssur Winthereig, sum eisini er redaktørur á útvarpssendingini "Pressan".

" Keypti ikki Dimmu í dag, handan søluyvirskriftin er mær ov mikið. Havi skrivað fyri Dimmalætting í nógv ár, men nú gongur ein rúm tíð, áðrenn eg geri tað aftur - og til eg keypi Dimmu aftur. Forbannað spell.", skrivar Øssur Winthereig.

Innleggið hjá Øssuri elvir til langt kjak, og tey flestu hella tann vegin, at hann helst er ov ótolin við øðrvísi hugsanum enn síni egnu.

Onkur skrivar, at nú fara tey beint at keypa Dimmalætting, onkur annar skrivar, at var tað til dømis kristindómur, sum var fyri atfinningum, hevði reaktiónin neyvan verið hin sama.

Við VP sigur Øssur Winthereig, at hóast innleggið kann tykjast í so bastant, so stendur hann við tað, hann hevur skrivað.

- Men eg eri skuffaður um tann mátan sum blaðið Dimmalætting velur at legitimera eina slíka fordømandi meining á forsíðuni - bara fyri at selja nøkur bløð.

- Eg haldi, at júst journalistiskir miðlar skulu vera kritiskir móti so niðrandi útsøgnum - forsíðan á hesi Dimmu gerst eitt tilvildarligt viðmerkjarapláss á Facebook. Lat viðmerkingar á Facebook vera tað sum tær eru. Men eg haldi, at journalistisku miðlarnir skulu hjálpa okkum at skyna á, hvat eru meiningar og hvat er vert at festa seg við og byggir á journalistiska viðgerð. Og har er ein slík forsíða ikki uppbyggjandi fyri journalistikkin, men søkkur niður í tað runudíkið, sum er so nógva staðni at finna, sigur Øssur Winthereig.

- Annars gott eg ikki skrivaði, at eg ikki fór at lesa Dimmalætting aftur - tað fari eg.

Les eisini:

Fríggjadagsbøn í einum løgnum miðli

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo