Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fíggjarmálaráðið: Familja og heilsa eru millum týðandi raðfestingarnar í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023, sum Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur lagt fyri løgtingið í dag. Hendan fíggjarlógin er tann seinasta í hesum valskeiðnum. 

Skattur niður og barnafrádráttur upp
Saman við fíggjarlógaruppskotinum er eitt uppskot um skattalætta, har barnafrádrátturin hækkar, og skattastigini verða broytt. Barnafrádrátturin hækkar 1.500 kr. fyri børn 7-17 ár og 2.000 kr. fyri børn undir skúlaaldur.  

Hækkaði barnafrádrátturin og broyttu skattastigini hava við sær, at ein familja við tveimum smábørnum, har foreldrini forvinna 30.000 kr. í part um mánaðin, fer at fáa 10.000 krónur meira at liva fyri um árið.  

Skattalættin er mettur at kosta 70 mió. krónur og verður fíggjaður við at dagføra tøkugjaldið í alivinnuni. 

Fleiri námsfrøðilesandi
Við fíggjarlógaruppskotinum leggur landsstýrið dent á framtíðar vøkstur og at útbyggja samfelagið. Eftir tilmæli frá Vakstrarforum verður útflutningsráð, Export Faroe Islands, sett á stovn og framhaldandi menning av Talgildu Føroyum. Eisini eru pengar settir av til ferðavinnuhagtøl og at menna vinnuferðavinnu í Føroyum.  

Harumframt verður ein eyka flokkur av námsfrøðilesandi tikin inn á Fróðskaparsetrinum, og gongd skal setast á ætlanina at umvæla Venjingarskúlan til kampus.

Serlæknar og sálarfrøðilig hjálp
Landsstýrið raðfestir fleiri viðurskifti innan heilsu í uppskotinum. Pengar verða settir av til at útvega fleiri læknar, bæði kommunulæknar, serlæknar og til útbúgving av yngri læknum. Eisini fara pengar til bráðfeingis sálarfrøðiliga hjálp og til at fremja fleiri átøk í nýggju krabbameinsætlanini. 

Pengar verða eisini játtaðir til ein stovn í Suðuroy til seinheilaskadd og frítíðartilboð til m.a. børn við autismu.  

Á grøna økinum verður stuðul veittur til at taka gamlar oljufýringar niður, og skipanin við mvg-afturbering og frítøku fyri skrásetingargjald á elbilar heldur fram í tvey ár. 

Avbjóðingar og avlop
Fíggjarlógaruppskotið fyri 2023 verður mett at hava 12,4 mió. kr. í avlopi. Í ár verður avlopið mett til 37 mió. krónur, vísa nýggjastu metingarnar hjá Fíggjarmálaráðnum. Í fjør var avlopið 138 mió. krónur, og sostatt hevur avlop verið á fíggjarlógini, síðan landið varð rakt av koronu í 2020.  

Kríggið í Ukraina, prísvøkstur og rentuhækkingar hava ávirkað útlitini fyri búskaparvøkstri næstu 1-2 árini. Landsstýrið rekur við hesum fíggjarlógaruppskotinum ein ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk og leggur upp fyri avbjóðingunum fyri framman. Fíggjarmálaráðið metir, at føroyski búskapurin sum heild er væl fyri at handfara eitt tíðarskeið við lægri búskaparvøkstri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo