Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Síðsta

Øll tey føroysku lívstryggingarfeløgini og eftirlønargrunnarnir hava sjálvboðið gjørt eina sínámillum avtalu um betri kunning til tann einstaka kundan um teir kostnaðir, ið kundin rindar fyri sína eftirlønaruppsparing.

Avtalan er gjørd ímillum:
- P/F Tryggingarfelagið Lív
- P/F Betri Pensjón
- Eftirlønargrunnur Løntakaranna (Lívsverk)
- P/F NordikLiv Lívstryggingarfelag

Avtalan merkir, at einaferð um árið skal felagið á ein skipaðan hátt upplýsa einstaka eftirlønarkundan um, hvussu nógv hann hevur rindað í krónum og í prosentum fyri sína eftirlønaruppsparing. Feløgini hava sambært avtaluni bundið seg til at brúka sama uppgerðarhátt, og grannskoðararnir skulu tryggja, at feløgini halda avtaluna.

Avtalan kemur í gildi soleiðis, at í seinasta lagi 1. september 2024 skal einstaki eftirlønarkundin fáa upplýst, hvussu nógv hann í 2023 hevur goldið í krónum og í prosentum fyri sína eftirlønaruppsparing.

Avtalan fevnir ikki um eftirlønaruppsparing í peningastovnum.

Talan er so at siga um somu sjálvbodnu avtalu, sum lívstryggingarfeløg og tvørgangandi eftirlønargrunnar í Danmark hava um at fylgja sonevnda “Omkostningshenstilling” frá áhugafelagnum Forsikring & Pension, F&P.

Endamálið við skipanini er, at tað skal vera greitt, hvørjar kostnaðir kundin rindar fyri at hava sína eftirlønarskipan. Síðani 2010 hava øll donsk feløg, á ein skipaðan hátt, roknað og upplýst sínar eftirlønarkundar um ÁKK (árliga kostnaðin í krónum) og ÁKP (árliga kostnaðin í prosentum).

Nevndirnar og stjórnirnar í føroysku lívstryggingarfeløgunum og eftirlønargrunnunum hava verið samd um, at feløgini skulu miða eftir, at einstaki eftirlønarkundin fær eina kunning um kostnaðir, sum er á sama støði sum donsk feløg geva sínum eftirlønarkundum. Feløgini hava tí í samstarvi við

Tryggingareftirlitið síðani 2018 arbeitt við at seta í verk eina samsvarandi skipan fyri føroysku eftirlønarkundarnar.

Í hesi tilgongdini hava feløgini í samstarvi við Tryggingareftirlitið:

- Hildið kunningar- og byrjanarfund (temadag) við F&P í 2020.

- Gjørt royndarfráboðanir fyri 2020, 2021 og 2022 við støði í “Omkostningshenstillingen” hjá F&P (seinast LP-information 3/23), við neyðugum tillagingum til føroysk viðurskifti.

- Hildið fleiri felags eftirmetingarfundir, seinast tann 15. september 2023, har tann endaliga avtalan varð staðfest.

Í allari tilgongdini hava partarnir verið konstruktivir og samstarvssinnaðir, og Tryggingareftirlitið og feløgini eru sera fegin um, at tað nú hevur eydnast feløgunum at gera eina sjálvbodna sínámillum avtalu um ÁKK/ÁKP til gagns fyri einstaka eftirlønarkundan.

Til ber at lesa avtaluna á heimasíðuni hjá Tryggingareftirlitinum: www.tryggingareftirlitid.fo

Tryggingarfelagið Lív
Betri Pensjón
Lívsverk
NordikLív
Tryggingareftirlitið

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo