Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt

Hátíðarhaldið, har virðismiklu Oscar-virðislønirnar verða handaðar, verður flutt til YouTube í 2029, boðar Academy of Motion Pictures Arts and Sciences frá

Bretland fer at leysgeva 2,5 milliardir bretsk pund, sum russiski oligarkurin og multimilliardingurin Roman Abramovich fekk fyri at selja fótbóltsfelagið Chelsea í 2023

Oljuprísurin er hækkaður umleið eitt prosent í kjalarvørrinum av tvídráttinum millum USA og Venesuela, skrivar Reuters

Føroyski landsliðsleikarin, Pætur Petersen, skiftir frá B36 til danska føroyingafelagið Hillerød, sum frammanundan hevur Poul Kallsberg í hópinum, skrivar KVF

Gransking vísir, at eitt tættari band kann knýtast millum mammu og barn um nýfødda barnið ikki verður latið í húgvu

Harumframt eru minst 16 fólk særd

Ukrainskar dronur raktu hósdagin russiska oljupallin Filanovskij í Kaspiska havinum, skriva fleiri ukrainskir ​​miðlar og tíðindastovan Reuters

Donsku hondbóltskvinnurnar taptu 26-31 móti Fraklandi í kvartfinaluni, sum var spæld í kvøld

Eftir stýrisfund hevur íslendska public service kringvarpið RUV avgjørt, at Ísland ikki luttekur í Eurovision Song Contest næsta ár

Fráboðanir eru komnar úr Klaksvík, Eysturkommunu, Fuglafirði, Vágum, Havn og Hoyvík, skrivar KVF

Svenska prinsessa Sofia hevur fleiri ferðir hitt kynsbrotsmannin og milliardingin Jeffrey Epstein í 2005

Ísrael hevur framt næstan helvtina av øllum journalistdrápum í 2025, sambært journalistafelagsskapinum Reporters Without Borders (RSF)

Bæði Føroya Handverksmeistarafelag og Ráðgevarafelagið mótmæla uppskotinum um at loyva útboðum á øðrum máli enn føroyskum

Fimm russisk skip, sum fiskaðu beint uttan fyri íslendska búskaparøkið í morgun, vóru nakað frá sjókaðalinum FARICE-1, sum gevur Íslandi samband við umheimin

- Okkurt kundu vit kanska tosa nærri um, okkurt annað var als ikki fyri okkum, siga russisku umboðini eftir áleið fýra tíma langan fund um frið í Ukraina

Minst 36 eru deyð men minst 279 eru ikki komin aftur í aftur

Høvuðsstaðurin í Indonesia, Jakarta, er nú heimsins fólkaríkasti býur við nærum 42 milliónum íbúgvum

Amerikanski forsetin, Donald Trump, umhugsar at siga stjóran í FBI, Kash Patel, úr starvinum

Enn er tað ikki alment, men sambært Reuters skal eitt europeiskt mótsvar til friðarætlanina hjá USA vera á veg

Minsta landið í heiminum, sum spældi seg víðari til HM í 2026 er Curacao - har búgva 150.000 fólk

Niels Juel Arge fer í dag úr starvinum sum stjóri á Strandfaraskipum Landsins, tað boðar Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið frá

Maðurin sum tyrlan leitaði eftir í gjár funnu hundarnir hjá politinum deyðan um hálvgum fýra tíðina í morgun

Tvey av teimum deyðu vóru børn. Harumframt hava 58.000 húski mist streymin

Um fáar tímar kunnu næstan 42 milliónir amerikanarar missa sínar avgerandi SNAP-veitingar fyri november mánaða

Eftir broyting í reglugerðini í Ukraina eru ungir menn farnir at streyma til eina røð av evropeiskum londum, eitt nú Danmarkar. Og tað er ikki uttan avbjóðingar

Amerikanski miðbankin lækkaði í dag sína marknaðarrentu við 0,25 prosentstigum

Sambært kurdisku herdeildunum er menningin hjá ISIS orsakað av óstøðugu støðuni í Sýria

Í kvøld klokkan sjey vísir Kringvarpið innsavningina hjá Krabbameinsfelagnum. Millum annað prát við fólk sum kenna til sjúkuna, uppboðssøla av listaverkum og burturluting av vinningum eru á skránni

Bjargingarlið leita framvegis eftir einum lítlum flogfari sum í gjár hvarv nærhendis Nuuk

Talan er um eitt útlendskt flogfar við einum motori. Óvist er, hvussu nógv fólk eru við flogfarinum

Fundur verður millum amerikanska forsetan, Donald Trump, og russiska forsetan, Vladimir Putin, men helst seinni, sigur russiski serligi sendiharrin, Kirill Dmitriev

Fýra almenn oljufeløg í Kina steðga við at innflyta russiska olju, siga fleiri keldur við tíðindastovuna Reuters

Tríggir mans, 44, 45 og 48 ára gamlir, eru í dag handtiknir í mið- og vesturbýnum í London undir illgruna fyri at njósnast fyri russiskar fregnartænastur

Danmark: Eldri løntakarar fáa hægri arbeiðsfrádrátt, áðrenn teir røkka fólkapensjónsaldur. Endamálið er at fáa fleiri til at arbeiða longur

Amerikanski fíggjarmálaráðharrin, Scott Bessent, segði mikukvøldið, at Trump-stjórnin er til reiðar at boða frá “eini munandi herðing av revsitiltøkunum móti Russlandi”

Í einum stórum átaki hjá løgregluni í Grikkalandi í dag eru higartil 37 fólk handtikin í einum máli um svik við ES-peningi

Í dag framdi Ukraina eitt "massivt" rakett- og loftálop á Bryansk-kemiverksmiðjuna í russiska økinum Bryansk

Fótbóltsfelagið Mjällby AIF skrivaði í kvøld søgu og vann svenska meistaraheitið fyri fyrstu ferð nakrantíð, tá ið tað gjørdist til sigur í dystinum móti Göteborg á útivølli

Sambært Frihedsbrevet skal uppsjóvarskipið Birita seljast. Ein eigari er Kim Durhuus, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, skrivar IN.FO

Hamas ætlar at varðveita trygdareftirlitið í Gaza í eitt skiftistíðarskeið og kann ikki binda seg til avvápning, sigur tænastufólk í Hamas

Í eini roynd at lækka hitan á trýstinum hjá Donald Trump, forseta, á Venesuela, royna senatorarnir at steðga álopunum

Rasistisk og homofobisk skemdarorð eru nevnd 251 ferðir í einum Telegram-bólki, sum hoyrir til ungar republikanarar í USA

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Hamas letur eitt lík, sum eftir rættarlæknafrøðiligari kanning varð funnið ikki at vera ein av ísraelsku gíslunum. Tað hendi eisini í februar

Meðan danir jagstraðu dronur, fylgdi svenska løgreglan eisini við – her er tað, svenska løgreglan sá

Jon Dahl Tomasson er koyrdur sum landsliðsvenjari hjá Svøríki eftir eina røð av vánaligum úrslitum og trýsti frá fjeppum og serfrøðingum í Svøríki

Fráboðanir um almennar avrættingar í Gasa framdar av maskeraðum hermonnum hjá Hamas hava elvt til ótta og vreiði millum fólkið, skrivar BBC

Í minsta lagi 27 fólk eru deyð í Gasa Býi í bardøgum millum Hamas og Doghmush-ættina, sum er ein máttmikil smuglaraætt í palestinska økinum, skriva BBC og fleiri aðrir miðlar

Fýra eru deyð og minst 20 særd í einum skottilburði í Suðurkarolina í USA

Hildið verður at 20 av gíslunum, sum vórðu tiknir av yvirgangsfelagsskapinum Hamas fyri tveimum árum síðani, framvegis eru á lívi og nú sleppa leysir

"Kraftamikil loftálop og skot" raktu grannaløg í Gasa Býi í kvøld okkara tíð, skriva palestinskir ​​miðlar, sambært Sky News

# #