Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Seinastu dagarnar hava verið fleiri útmeldingar um avtøku av tunnilsgjøldumum í Vága- og Norðoyatunlinum.

Tað er tí hóskandi at greiða frá, hvørja viðgerð málið hevur fingið í politisku skipanini.

Í fjør bleiv samferðslubólkur settur at viðgera samferðslumál í breiðum høpi. Jørgen Niclasen setti bólkin.

Semju varð gjørd um samferðslupakka, sum umfataði, at

1) tunnilsgjøldini í Vága- og Norðoyatunlinum skuldu takast av

2) nýggj ferja til Suðuroyarleiðina skuldi keypast/leigast

3) gjøldini í Eysturoyartunlinum skuldu setast niður

4) Strandfaraskip Landsins skuldi skipast sum sjálvstøðugur stovnur ella sum eitt alment partafelag

Undir viðgerðini í Løgtinginum gjørdist greitt, at semja var ikki um allar tættirnar í samferðslupakkanum. Hóast tað, so vóru partar av pakkanum framdir, nevniliga ferjan til Suðuroyarleiðina og at gjøldini í Eysturoyartunlinum skuldu lækkast.

Harafturat var eisini semja um, at samráðingarnar um restina av samferðslupakkanum skuldu takast uppaftur.

Tað er tí neyvan skynsamt, at samgongulimir boða frá serstøðum. Tað er nevniliga kunnugt, at skulu gjøldini í Vága- og Norðoyatunlinum takast av, skal semjast samstundis gerast um onnur viðurskifti eisini.

Verða avgjøldini tikin av treytar tað eisini, at føst játtan verður á fíggjarlógini sum ger, at viðlíkahaldið av tunlunum áhaldandi fer at lúka treytirnar, sum eru ásettar í tunnilsnormunum fyri undirsjóvartunlar.

Harumframt má greiða fáast á, um ferðastuðulin at koyra gjøgnum tunlarnar skal takast av.

Hetta er ein samansettur og torgreiddur spurningur. Verður ferðastuðulin tikin av, hevur hetta við sær, at tey sum ferðast gjøgnum tunlarnar við Bygdaleiðum kunnu missa ferðafrádráttin.

Samanumtikið er tað eisini spurningur, hvussu samferðslupakkin skal fíggjast.

Umframt omanfyrinevndu viðurskifti, er umskipan av Strandfaraskip Landsins til sjálvstøðugan almennan stovn, eisini partur av viðgerðini í politisku skipanini.

Eg mæli tí til, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum kallar samferðslubólkin saman, soleiðis at vit kunnu røkka semju og avgreiða málini, sum vit settu á skrá fyri lítlum ári síðani.

Tá vit hava rokkið endaligu semjuni, verður hon kunngjørd og friður fer at valda í málinum.

Christian Andreasen 
formaður í Fólkaflokkinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo