Tað einasta tíðarskeiðið, ein kvinna veruliga kann broyta ein mann, er meðan hann er smábarn
- Natalie Wood

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Endamálið við hesari greinini er í stuttum at geva politisku myndugleikunum eina meira fjølbroytta mynd av støðuni viðvíkjandi fiskiskapinum í Barentshavinum, og nøkur fakta um ein føroyskan fiskimann, sum siglir við einum norskum fiskiskipi.

Hetta er tað, sum veruliga er hent og fer at henda við kvotunum í Barentshavinum:

- Kvoturnar lækka í 2024 við 20% - 3. árið á rað

- Eisini er avgjørt, at kvoturnar aftur skulu lækka 20% í 2025

Síðan 2020, tá toskakvotan í Barentshavinum var 775.000 tons, so verður henda 350.000 tons í 2025 - ein lækking uppá heili 55%.

Hýsukvotan fer at lækka í tíðarskeiðum 2020 -2024 frá 215.000 tonsum til 141.000 tons - tað er ein lækking uppá heili 34%.

Hesar lækkingar av kvotunum, koma eisini at raka føroysku trolararnar í Barentshavinum.

Sambært norskum og russiskum fiskifrøðingum, so vilja kvoturnar í besta føri byrja at hækka aftur í 2028.

Eisini kann upplýsast, at hýsuprísurin í ár er lækkaður við 35% og upsaprísurin lækkaður við 28%.

Bara frá 2022 til 2025, kemur ein fiskimaður at fáa eina lønarlækking uppá 36%, orsakað av, at kvoturnar lækka so nógv. So tølini, sum verða sýnd fram í KVF og blást upp, um høgar lønir, er søga. Framtíðin viðvíkjandi fiskiskapi í Barentshavinum hevur nakað heilt annað at bjóða uppá – og soleiðis er fiskiskapur nú einaferð, tað vita tey, sum fást við ta vinnuna.

Samstundis er norska krónan lækkað við 15%, bara i 2023.

So ein øking av skattatrýstinum uppá umleið 12% samlað, omaná lægri kvotur og hýrir, hevur við sær ein alvorliga stóran niðurskurð í inntøkunum hjá hesum fiskimonnunum.

Og niðurskurðurin í lønunum hjá teimum, sum sigla við føroysku fiskiskipunum í Barentshavinum, verður eisini stórur.

Útrokningarnar, sum Fíggjarmálaráðið hevur gjørt, byggja eftir hesum á eitt skeivt grundarlag - trøðini vaksa ikki inn í himmalin. Skatta- og avgjaldsinntøkurnar fara nevnliga at minka nógv frá hesum bólkinum av sjómonnum. Ein onnur meira ræðandi avleiðing er, at nakrir av sjómonnunum velja at flyta vegna henda ætlaða skattasmekk - og tá koma als ongar inntøkur ella pengar í landskassan.

Mær vitandi hevur ongin av teimum, sum hava fyrireikað henda skattapakkan tosa við nakran, sum arbeiðir og virkar í hesum partinum av fiskivinnuni, um hesi viðurskifti og sett seg nóg væl inn í tingini.

Eru okkara politikkarar og ráðgevar teirra yvirhøvur klárir yvir hesi viðurskiftini, tað loyvi eg mær at ivast í.

Sólfinn Georg Kjærbo Gudmundsen
dekkari á norskum trolara

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo