Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Havnar Badmintonfelag skipar fyri Badmintonskúla í Havn frá mikudegnum 28. juni til og við fríggjadagin 30. juni. Skúlin er fyri børn í aldrinum 7 til 15 ár. Dentur verður lagdur á tríggjar hendingaríkar dagar við góðari samveru, spølum og dyggari badmintonvenjing.

Badmintonskúlin er bæði fyri royndar leikarar og nýbyrjarar.

Hvør dagur verður býttur sundur í innan- og uttanduraspæl. So neyðugt er at hava innandura og uttandura skógvar/ítróttarklæðir við. Liðini verða samansett eftir aldri og styrki, so øll kunnu vera við. Børnini fara at venja antin fyrrapartar ella seinnapartar.

Morgunliðið er frá klokkan 9.00 til 12.00, og seinnapartsliðið frá klokkan 12.30 til 15.30. Kostnaðurin er kr. 450,- íroknað frukt og t-shirt.

Venjararnir
Í ár eru tað Magnus Dal-Christiansen, Benjamin Gunnarstein og Mariann Øster, ið eru høvuðsvenjarar. Afturat sær hava tey fleiri dugnaligar hjálparvenjarar.

Tilmeldingin 
Tilmeldingin er byrjað og fer fram fyri limir í Havnar Badmintonfelag í Klubmodul.

Ikki limir eru eisini vælkomnir og kunnu melda til við at senda teldupost til havnarbadmintonfelag(at)gmail.com. Upplýsið navn, føðingardag, teldupost og stødd á t-shirt.

Tilmeldingin er galdandi, tá tit gjalda 450 kr. á konto 6460-5382590.

Seinasta freist at melda til er mikudagin 14. juni.

Avmarkað er, hvussu nógv børn kunnu sleppa við. Tí ræður um at gera skjótt av við tilmeldingini.

Nærri kunning um Badmintonskúlan 2023 verður at síggja á facebook-síðuni hjá Havnar Badmintonfelag og hjá Badmintonsambandi Føroya.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo