Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

- Bakkafossur hevur seinastu dagarnar viðgjørt laksin á Gulanum móti laksalús. Tað serliga á Gulanum er, at rákið er rættuliga hart, og tí kann einans viðgerðast á kyrrindum, sigur stjórin í Bakkafrost, Regin Jacobsen, tá ið VP spyr.

- Tað viðførur at tað tekur longur tíð at koma ígjøgnum alt anleggið. Hesuferð blivu 2 ringar eftir nú rákið er tikið til aftur. Hesir verða so viðgerðir næstu ferð rákið verður spakari - um einar 10 dagar, sigur Regin Jacobsen.

Bakkafossur er útgjørdur við skipan, sum framleiðir feskvatn úr sjógvi. Laksurin verður baðaður í feskvatni í 6 tímar - og fer so útaftur í aliringin gjøgnum eina serliga skipan sum uppsamlar lýsnar og við turbulensi tekur tær sum møguliga hanga eftir á fiskinum.

- Á Gulanum eru seinastu 5 dagarnar 861 túsund laksar á 3,1 kg viðgjørdir - og sambært skrásetingunum var virknaðurin 99% - t.v.s. áðrenn viðgerð vóru 0,68 lýs í miðal per fisk - og eftir viðgerð 0,01 lús per fisk, sigur stjórin.

Regin Jacobsen sigur, at royndirnar higartil hava verið framúr góðar við hesum slagnum av viðgerð.

- Fiskavælferðin er framúr góð, skilt á tann hátt at fiskurin sýnist ógvuliga lítið ávirkaður av viðgerðini - hann fer at eta aftur beinanvegin, og fellið sjey dagar eftir viðgerð er í flestu førum minni enn fellið sjey dagar undan viðgerð.

- Harumframt er feskvatn sera gott fyri toknurnar á fiskinum, sum serliga um heystið kunnu vera ávirkaðar av nógva gróðrinum, sum er í sjónum.

- Ein feskvatnsviðgerð hevur jaliga ávirkan á fiskaheilsuna og toknuheilsuna í fleiri vikur eftir viðgerðin er framd, sigur Regin Jacobsen, stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo