Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Bakkafrost: Vit fegnast um føroysku útgávuna av frágreiðing okkara, Sunt Lív 2020, har vit greiða frá ætlan okkara við mest átrokandi uppgávunum innan burðardygd.

Dagsins matarvøruskipanir standa yvir fyri ómetaliga stórum avbjóðingum, so hvørt fólkatalið í heiminum veksur og leggur eitt øgiligt trýst á matvørutilfeingið samstundis sum útlátið av vakstrarhúsgassum bara økist. Um vit skulu útvega mat til 9 milliardir fólk í 2050, mugu vit leggja dent á at byggja upp burðardyggar matvøruskipanir, við minst møguligum útláti, sum varðveita klótuna til framtíðar ættarlið.

Í Sunt Lív frágreiðingini greiða vit frá okkara ítøkiligu ætlanum fyri, hvussu vit kunnu minka enn meira um útlátið av vakstrarhúsgassum. Bakkafrost hevur sum mál at minka okkara CO2 útlát við 50% innan 2030.

Vit eru stolt av okkara føroyska arvi og mentan, og stórur partur av hesum báðum er okkara móðurmál, sum einans verður tosað av 80.000 fólkum í øllum heiminum. Fyri at stuðla vitan og fatan av spurningum viðvíkjandi burðardygd, er tað umráðandi fyri okkum eisini at gera frásagnir okkara um burðardygd á føroyskum, umframt á enskum máli.

Vit vóna, at tær fer at dáma at lesa frágreiðingina og taka fegin ímóti viðmerkingum.

Frágreiðingin kann lesast her: https://bakkafrost.cdn.fo/media/3294/bf_suntliv_2020_200820_web.pdf?s=BgbknN-EFwsh-1_602Q26BeNQZo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo