Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Bakkafrost: 20. september 2022 gjørdi Bakkafrost avtalu við partaeigararnar í P/f Faroe Seafood 2011 um keyp av øllum partapeninginum í felagnum, herundir eisini keyp av dótturfelagnum Faroe France S.A.R.L., ið rekur søludeild í Boulogne SurMer í Fraklandi, ein miðdepil fyri innflutning av sjógæti til Fraklands og evropeiska marknaðin, og sum innflytir og selur føroyskt sjógæti.

Við keypinum styrkir Bakkafrost um støðuna á evropeiska marknaðinum, og virksemið kemur at hækka um tænastustøðið, sum Bakkafrost veitir kundum í Evropa. Bakkafrost yvirtekur raksturin frá 1. oktober 2022.

Keypið er treytað av góðkenning frá Kappingareftirlitinum.

Regin Jacobsen, stjóri hjá Bakkafrost, sigur í viðmerking: 

“Hjá Bakkafrost hava vit sett okkum sum mál at vera fremsti veitarin av laksi í heimsflokki, og vit byggja langtíðar samstarv við okkara kundar og miðja ímóti at veita bestu tænastu. Við keypinum av Faroe France koma vit nærri marknaðinum, og veita enn betur tænastu til kundar í ES.”

Í fjør varð 61% av øllum Bakkafrost-laksi útfluttur til evropeiska marknaðin, og serliga Bakkafrost Skotland útflytir stórar nøgdir til evropeiska fastlandið. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo