Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tað sæst aftur í úrslitinum hjá teimum sum selja timbur og byggitilfar, at prísirnir eru hækkaðir so nógv seinastu árini.

Eitt dømi um tað er roknskapurin hjá Bygma Balslev Timburhandil & Byggibúð Pf. Úrslitið eftir skatt í fjør var heilar 24,3 mió kr sum var met triðja árið á rað. Tað skal samanberast við 23,6 mió kr árið fyri. Eisini bruttovinningurin er nógv vaksin. Í fjør var hann góðar 72 mió kr sum er 7 mió kr meira enn árið fyri. Eisini bruttovinningurin hevur sett sítt egna met seinastu trý árini.

Vaksandi virksemið krevur fleiri starvsfólk, ársverkini vóru 76 sum er 14 fleiri enn árið fyri.

Leiðslan sigur í frágreiðingini, at hon er nøgd við úrslitið, sum hon tó ikki væntar verður líka gott í ár.

Fíggjarstøðan javnvigar við 203 mió kr, eginognin er 106 mió kr.

Eigarin, Bygma Gruppen A/S í Søborg í Danmark, fær sum hann plagar eitt klekkiligt vinningsbýti, hesaferð er tað 15 mió kr. Samlaða vinningsbýtið seinastu 12 árini hevur verið 155 mió kr.

Sjúrður J. Olsen er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo