Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Landsbankin: Bankarnir hava innlán, sum eru bundin í styttri tíð, tað vil siga, sum kunnu takast út, tá ið kundin ynskir tað, meðan peningur, bankin lænir út, liggur bundin í longri tíð, sum til dømis, tá ein kundi kann gjalda eitt sethúsalán aftur yvir 20-30 ár. Hetta er eitt dømi um ein sokallaðan gjaldførisváða fyri bankan, tí misjavni er millum bindingartíðina á innlánum og útlánum.

Fyri at bøta um henda misjavna, er krav um at bankin skal hava eitt ávíst gjaldføri. Føroysku peningastovnarnir høvdu sambært ársroknskapunum fyri 2023 allir gjaldføri væl omanfyri lógarásetta minstakravið. LCR (Liquidity Coverage Ratio) skal vera hægri enn 100%. Føroya Banki hevði 228%, Betri Banki 210%, Norðoya Sparikassi 416% og Suðuroyar Sparikassi 375% við ársenda 2023.

Les meira í ársfrágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufesti 2023 her. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo