Kann vera, at mínir pengar ikki gera meg eydnusaman. Men um tú ert ólukkuligur, so hjálpir tað at eiga nógvar pengar
- Simon Spies

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Føroya Banki: BankNordik skiftir navn og fer nú aftur at eita Føroya Banki. Nevnd og leiðsla eru samdar um, at tíðin er búgvin til at fara aftur til góða, upprunaliga navnið, og sostatt fer samtakið nú undir eina tilgongd at broyta navnið.

 ”Tað er eingin ivi um, at Føroya Banki er tað besta navnið, ein banki í Føroyum kann hava. Nærum helmingurin av øllum føroyingum eru kundar hjá okkum, vit hava yvir 200 starvsfólk í Føroyum, 10. hvør føroyingur eigur í Føroya Banka og harafturat eigur landið ein góðan triðing av samtakinum – so hóast vit í 14 ár hava itið BankNordik, so hava vit her í Føroyum verið Føroya Banki kortini. Enn tann dag í dag hoyri eg fleiri kalla bankan Føroya Banka, so navnið livir enn millum mong, og tað eru fleiri – bæði starvsfólk, kundar og føroyingar sum heild – ið hava eitt sterkt tilknýti til navnið. So tað kennist púra natúrligt at taka góða, gamla navnið aftur nú”, sigur Turið F. Arge, forstjóri.

Føroya Banki varð settur á stovn í 1906, og í 2010 skifti bankin navn til BankNordik í sambandi við víðkaða virksemið uttanlands. Í 2010 hevði bankin keypt fleiri deildir í Danmark og í Grønlandi, og tá metti bankin ikki, at Føroya Banki var eitt hóskandi navn til víðkaða virksemið uttan fyri Føroyar. Í 2021 seldi bankin deildirnar í Danmark, men valdi at halda fram við virkseminum í Føroyum og í Grønlandi. Deildin í Grønlandi fer enn at eita BankNordik, men eftir ætlan fær deildin eitt nýtt og meira hóskandi navn seinni í ár.

Broytingin hendir so líðandi
Hóast samtakið í dag boðar frá broytingini, so fer navnabroytingin at henda so líðandi. Til dømis fer BankNordik at standa á gjaldskortum, inntil einstaka kortið gongur út, og kundin fær eitt nýtt gjaldskort. Harafturat fer BankNordik eisini at standa á skjølum, avtalum, skeltum o.ø., sum leypandi verða broytt.

”Hetta er ikki ein broyting frá degi til dags. Tað er umráðandi at leggja dent á, at vit ikki renna burtur frá BankNordik – vit eru enn sami banki, okkara virði eru enn tey somu, vit bjóða enn somu ráðgeving, vit fara framhaldandi at bjóða kappingarførar prísir og okkara kundar eru enn í fokus á sama hátt sum áður. Harafturat hevur burðardygd verið eitt av okkara hjartamálum í nøkur ár nú, so tí fara vit til dømis framhaldandi at bjóða lýsingarlutir, sum hava BankNordik-búmerkið á – hesar fara vit sjálvsagt ikki at burturbeina, bara tí at vit skifta navn. Vit fara heldur ikki at skifta øll gjaldskort út, bara tí tað stendur BankNordik á – tað vildi verið óneyðugt og ikki samsvarað við okkara mál um at vera eitt burðardygt samtak”, sigur Turið F. Arge, forstjóri.

Formligu broytingarnar
Formliga skiftir samtakið og sjálvur bankin navn, meðan dóttirfeløgini Trygd, Skyn og NordikLív halda fram við somu nøvnum. Hóast deildin í Grønlandi skiftir navn seinni í ár, verður hon tó partur av Føroya Banka-samtakinum.

Søgan í stuttum
Søgan hjá Føroya Banka er yvir 100 ára gomul. Niðanfyri hava vit savnað nøkur av teimum týdningarmiklastu hendingunum í søgu bankans.

1906 Føroya Banki verður stovnaður.

1932 Sjóvinnubankin verður stovnaður. Tryggingarfelagið Trygd verður stovnað.

1992 Tann 6. oktober verður kunngjørt, at landsstýrið í samstarvi við donsku stjórnina hevur bjargað Sjóvinnubankanum undan húsagangi við nýggjum kapitali.

1993 Landsstýrið keypir meirilutan av partabrøvunum í Føroya Banka frá Den Danske Bank.
Landsstýrið eigur nú meirilutan í bæði Føroya Banka og Sjóvinnubankanum gjøgnum Fíggingargrunnin frá 1992.

1994 Sjóvinnubankin og Føroya Banki verða samanlagdir.

1997 Tryggingarfelagið Trygd verður endurreist.

2007 Føroya Banki verður tvískrásettur á virðisbrævamarknaðinum í Íslandi og í Danmark.

2010 Føroya Banki keypir deildarnetið hjá Sparbank í Grønlandi og níggju deildir hjá Sparbank í Jyllandi og á Fyn. 1. september broytir Føroya Banki navn til BankNordik.

2011 BankNordik yvirtekur sunnu partarnar av Amagerbanken í Danmark.

2021 BankNordik selur danska virksemið til Spar Nord. BankNordik hugsavnar seg nú um at veita kappingarførar tænastur til privat húski og vinnulív í Føroyum og Grønlandi.

2024 BankNordik skiftir navn til Føroya Banka.

Les meira um søguna hjá samtakinum her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo