Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Hevur landsstýrið nakrar ætlanir, ið kunnu loysa upp, so pelagisku virkini aftur kunnu seta ferð á framleiðsluna?

- Eru samráðingar í gongd við ES um betraða marknaðaratgongd?

Er munnligur spurningur, sum Bárður á Steig Nielsen spyr Høgna Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum.

Í viðmerkingunum verður sagt, at í summar hevur verið sera lítið virksemi á pelagisku virkjunum.

- Minni arbeiði hevur við sær lægri inntøku til arbeiðsfólk og færri skattakrónur til land og kommunur.

- Marknaðirnir fyri pelagiskum fiski eru fastfrystir, goymslurnar eru fullar og higartil í ár er bert framleiddur brøkpartur av eitt nú makreli til matna í Føroyum, hóast vit ongantíð áður hava fiskað so stórar nøgdir.

- Høvuðsorsøkin er broytta marknaðarstøðan, har tiltøkini móti harðrenda stýrinum í Russlandi, sum áður hevur verið okkara størsti marknaður fyri makrel, gera, at hesin marknaðurin er trupul at selja til, og aðrir marknaðir bíða eftir bíligum vørum haðani.

- Undanfarna landsstýrið arbeiddi miðvíst fyri at fáa í lag ítøkiligar samráðingar við ES, og samskift varð ítøkiliga um betraða marknaðaratgongd, sum kundi givið nýggjar møguleikar.

- Tað hoyrist onki frá landsstýrinum um nakrar ætlanir fyri at økja um virksemið og vaksa um búskapin. Tvørturímóti hevur landsstýrið higartil bara niðurlagað virksemið og minkað um føroyska búskapin, verður sagt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo