Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Sørvágs Kommuna: Sølan av dansistovuni var endaliga avgreidd í gjár, og tað var Bárður Henriksen sum keypti bygningin. Kommunan keypti bygningin fyri fýra árum síðan, men trupult hevur verið at fingið semju um, hvat skuldi gerast við hann. Núverandi bygdaráð valdi at seta bygningin til sølu - tó við ymiskum treytum, tí klausulur er á ognini. Kommunan treytaði sær eisini at kunna vraka øll møgulig boð, men valdi tó at taka av boðnum hjá Bárði Henriksen.

Ætlanin er at fáa lív aftur í húsið, sigur nýggi eigarin. Staðsetingin er í hjartanum í bygdini, og hetta letur upp fyri nógvum møguleikum. Bygningurin er í ringum standi, og dagføringar eru alneyðugar, og verða gjørdar leypandi.

Fyrsta tiltakið verður á føstulávint, tá tað verður skipað fyri almennari tunnusláing og dansi aftaná.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo