Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Mynd: Jógvan Helgi Hansen/VP

Mynd: Jógvan Helgi Hansen/VP

Mynd: Jógvan Helgi Hansen/VP

Barið kom á Miðvág í morgun úr Danmark, har báturin hevur ligið eina tíð.

Umvælingar skulu gerast á verkstaðnum hjá J. K. Joensen & Soni, áðrenn kósin verður sett móti Grønlandi at fiska.

Hetta er helst fyrstu ferð Barið við VA444 er á Miðvági.

Sggan um skipið frá siglingarsøguni í Vágum á Facebook:

Barið fekk heimstað í Miðvági í 2009. Skipið er bygt hjá Forges Caloin í Estaples sur Mer í Frakland í 1976 til franskan eigara og fekk tá navnið Edelweiss.

Í 1986 er skipið fyrstu ferð skrásett í Føroyum og fekk navnið Núgvunes FD464, við heimstað í Leirvík.

Í 1990 skiftir skipið navn til Sæborg FD464, og heimstaður er enn Leirvík.

Í 2004 verður skipið keypt til Vestmannar og fær navnið Gullberg VN590 (hetta er næsti Gullberg av hesi typuni í Vestmanna).

Í 2008 verður skipið keypt til Haraldsund og fær núverandi navnið Barið við KG106.

Í 2009 keypur felag í Miðvági Barið og tað fær VA444 og heimstað í Miðvági.

Skipið er upprunaliga skrásett til 49 BRT. men er í dag skrásett til at vera 135 BRT.

Barið hevur seinastu tvey árini ligið í Strandby í Danmark.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo