Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Títt Rúm: Í heyst bjóðar Títt Rúm eitt tilboð til foreldur, sum eru í barsil við pinkubørnum. Talan er um ókeypis bólk til tín, sum er uppvaksin við einum foreldri, sum hevur ella hevur havt rústrupulleikar. Hann er eisini til tín, sum hevur ein maka, sum rúsar seg á ein hátt, sum ger, at tú gerst stúrin um familjulívið.
 
– Vit byrjaðu okkara fyrsta barsilsbólk á vári 2022, sigur Alisa Hammer, leiðari á fyribyrgingardeildini hjá Bláa Krossi Føroya, ið stendur aftanfyri Títt Rúm. Vit sóu ein tørv og valdu at royna. Nógv hava luttikið í barsilsbólkum síðan tá og hava verið glað fyri tilboðið.

Bólkurin er um morgunin ella tíðliga um dagin, og børnini eru við. Vognar kunnu standa inni í garðinum, og foreldrini kunnu hava alarmar við inn í bólk. Madrassur og leikur liggja á gólvinum til børnini, og ofta sita vit á gólvinum og tosa, so foreldrini kunnu sita hjá børnunum. Í barsilsbólkunum seta børnini dagsskránna, og bólkurin er skipaður soleiðis, at børnini hava sítt pláss.
 
Við serkønari hjálp frá fakfólki, kanst tú í bólkinum trygt tosa við onnur, sum skilja tína støðu.
 
Les meira um bólkarnar á https://www.tittrum.fo/tilbod/bolkar/ ella set teg í samband við okkum á tittrum@blakross.fo ella á tlf. 770709, um tú ynskir at vita meira. Tilmeldingarfreistin er 8. sept. 2023

Les meira um virksemið hjá Títt Rúm á www.tittrum.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo