At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Barnsburðarfarloyvi er eitt fantastiskt ting. Stutt sagt. Tað er als ikki øll lond rundan um okkum, ið hava eina almenna barsilsskipan, og fáar eru líka vælvirkandi. Barsilstíðin er ein tíð har barnið mennist nógv í tryggum umstøðum og knýtir seg til foreldrini.

Tó, so vil eg verða við, at barsilsskipanin hevur tørv á nøkrum broytingum, ið eru neyðugar fyri at øll kunna fáa betri ágóðan av henni.

1. Hámarkið skal hækkast munandi
Mesta útgjald tú kanst fáa frá barsilsgrunninum er 25.000 kr um mánaðin. Tískil er tað sambært Hagstovuna, heili 40% av borgarunum, ið missa munandi í inntøkum við at fara á barsil – lutfallsliga nógv av hesum eru mannfólk. Tað skapar ótryggleika fyri familjuna, og eg vil enntá meta, at tað ger tað truplari at fáa menn at fara á barsil.

Hámarkið eigur at hækkast munandi til uml. 35.000 kr um mánaðin. Við hesum kann væntast upp ímóti 80% av skattagjaldarum kunna fara á barsil uttan at missa í inntøku.

2. Minstamark skal innførast
Barsilsútgjaldið verður roknað út frá miðalinntøkuna hjá tær seinastu 12 mánaðirnir. Tað merkir, at um tú av onkrari orsøk hevur verið burtur frá arbeiðsmarknaðinum í styttri ella longri tíðarskeið áðrenn tú fert á barsil, so stendur tú við sera ringum kortum á hondini.

Tað eigur at vera eitt minstamark, ið øll hava rætt til, óansæð hvørja inntøku tey hava havt frammanundan. Hetta kundi t.d. verið sett á 10.000 kr um mánaðin. Við tí vildi uml. ein triðingur av skattagjaldarum fingið munandi betri treytir, um tey fóru á barsil (Hagstovan)

3. Barsilsskipanin skal longjast og gerast smidligar
Aftaná barnsburð er tað í dag møguligt at fáa barnsburðarfarloyvið í 52 vikur – 14 oyramerktar til mammuna, 4 til pápan og 32 til at deilast um. Foreldrini kunna tó ikki fara á barsil í senn ella aftaná tær fyrstu 52 vikurnar.

Eftir mínum tykki, so er barsilsskipanin skipað ov fýrakantað, og stýrir í óneyðugan mun hvussu foreldrini skula skipa sína barsilstíð. Tað eigur sjálvandi at verða frítt hjá foreldrunum at deila vikurnar millum sín uttan oyramerkingar.

Harumframt eiga vit at lata upp fyri at foreldrini kunna fara á barsil á hálva tíð, og tað skal álvarsliga umhugsast at longja barnsburðarfarloyvið upp í 65 til 78 vikur.

4. Tað skal ikki vera loyvi at diskriminera millum mammur og pápar
Fíggjarmálaráðið og aðrir arbeiðsgevarir praktisera tíverri ofta tað, at kvinnur fáa munandi betri treytir, um tær fara á barsil í mun til menn. T.d. í mínum egna fakfelagssáttmála (Yngri Læknar Føroyar) stendur, at kvinnur kunna fáa løn áhaldandi í 24 vikur í barnsburðarfarloyvinum, men menn, ið fara á barsil, fáa onga løn, men mugu hinvegin fara í vanligu barsilsskipanini, har treytirnar eru verri (sum nevnt omanfyri). Tað almenna eigur ikki at leggja upp til og halda fast í, at pápar eru verri stillaðir, tá teir fara á barsil enn kvinnur.

Barsilsskipanin er eitt hjartamál hjá mær og hjá Miðflokkinum. Um tú ynskir grundleggjandi broytingar og betri treytir, so vil eg heita á teg at at geva mær tína atkvøðu t. 8. Desembur

Aksel Berg
Valevni
Miðflokkurin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo