Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Eg vil arbeiða fyri at leingja um barsilstíðina, men tað skal vera upp til familjuna at gera av, hvussu barsilstíðin verður nýtt. Foreldur, sum fáa tvíburðar, skulu hava møguleika at fáa tvífaldaða barsilstíð.

Ein donsk kanning, sum varð almannakunngjørd í juli í ár, vísir, at tað í longdini hevur gagnað trivnaðinum hjá teimum børnum, hvørs foreldur hava havt tey longri heima. Tað vísir seg, at tá tey koma í ungdómsárini, eru tey meira sjálvsagað, kensluliga tryggari og hava minni fráveru í skúlanum. Í heila tikið vísa tey seg at trívast týðandi betri.

Foreldur avgera nýtsluna av barsilstíðini
Foreldur skulu sjálv gera av, hvussu barsilstíðin verður nýtt. Sum samfelag mugu vit hava tað álit á foreldrunum, at tey í felag kunnu gera av, hvussu tey leggja til rættis umstøðurnar í familjuni til frama fyri barnið og framtíð tess. Hvørki politikarar, ella nakar annar, skal gera av, um tað skal vera mamman ella pápin, ið hevur serstakan rætt til ávíst tíðarskeið saman við barninum.

Royndir frá Noregi og Svøríki vísa, at ein munandi størri partur av familjum ikki nýttu oyramerkt barnsburðarfarloyvi, tí tann fíggjarligi parturin ikki var lokkandi. Í veruleikanum merkti tað, at samlaða barsilstíðin gjørdist styttri. Tað kann hava neiligar avleiðingar fyri børnini.

Umframt, at longd barsilstíð hevði gagnað børnunum, hevði tað eisini minkað um trýstið á ansingarstovnarnar.

Rúna Sivertsen
Valevni á listanum hjá Sjálvstýri

Sí greinina og meiri kunning á heimasíðu Sjálvstýrisfloksins, www.sjalvstyri.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo