Arbeiði spillir ongan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Arbeiði spillir ongan
- føroyskt orðatak
Bøkur

Ein nýggj, eitt sindur øðrvísi barnabók er júst útkomin. Tað eru tær báðar Monika Stauss Joensen og Kristfríð Tyril, sum hava gjørt bókina sum er um bamsurnar Bartal og Bjarna og vinir teirra, sum eru fýra hvítar mýs.

Hetta er onnur bók av hesum slagi. Tann fyrra, Bartal og Bjarni, kom út í 2015 og bleiv hon útseld beinanvegin.

Myndirnar í bókini eru fotomyndir og bamsurnar, mýsnar og alt á myndunum er veruligt.

Kristfríð Tyril er fotografur og hevur drúgvar royndir við at taka myndir, bæði portrettmyndir og myndir frá tiltøkum. Hetta er fjórða ferð, at hon ger bók saman við Moniku Stauss Joensen.

- Bókin er ikki bara ein søga, men hevur ymiskt, sum børnini skulu finna og hugskot til ymiskt kreativt, sum børnini kunnu spæla, bæði í og uttan fyri bókina, siga tær báðar.

Monika og Kristfríð halda ikki, at bókin hevur ein yvirskipaðan boðskap, men heldur hevur hon nógv ymisk gullkorn.

- Søgan snýr seg um tveir beiggjar, sum eru ymiskir, bæði av lyndi og í áhugamálum. Hugsar man um vinir teirra, mýsnar, blíva ymiskleikarnir enn fleiri. Aftrat leggur søgan alla tíðina upp til kreativitet.

Aldursbólkurin er børn millum trý og átta ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #