Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

EFFO: Komandi dagarnar fáa orkustøðirnar í Føroyum nýtt brennievni, sum er grønari. Hetta brennievnið er E10, og er tað mest brúkta brennievni í Danmark. Brennievnið er tað sum vit kenna sum blýfrítt, men við bioetanol.

Endamálið við at veita kundunum bensin E10 er at veita grønari brennievni fyri at lækka um útlátið.

Harumframt er hetta tað mest brúkta í londunum rundan um okkum, og krav til londini í ES. Tískil verður tað torførari hjá orkufeløgunum at fáa fatur á bensini uttan íblandingarevnið bioetanol.

Tey flestu bensindrivnu akførini í Føroyum kunnu nýta bensin E10. Tað eru nøkur fá akfør, sum ikki skulu nýta bensin E10. Hetta eru vanliga ellisakfør, og eisini eru nakrar sláimaskinur og bátmotorar sum ikki kunnu nýta E10. Ert tú í iva um tín bilur kann brúka E10 brennievni, kanst tú lesa meira á www.effo.fo

Í komandi viku kemur nýggja bensinið til sølu. Fyrsta Effo støðin sum fær nýggja bensinið er Effo í Klaksvík.

Síðani fer tað runt alt landið. Endað verður í Suðuroy.

Meira um hetta kann lesast á okkara heimasíðu www.effo.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo