Hoyr um annan, hygg um teg sjálvan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Nøkur menniskju standa okkum serliga nær. Tey eiga eitt sjálvsagt pláss í hjartanum. Tó, Jesu navn er fremri enn onnur, og tað ger nakað við okkum. Tilgongdin til lívið og dagsins gerning fellur lættari, tá ið Jesus nemur hjartað, hug og sál.

Tað hendir í lívsins meldri og tilverunnar margfaldu støðutakan, at tænastan í fótasporum frelsarans kemur afturum í røðini av málum, ið hava skund og tykjast spennandi. Vit hugsa, at gleðiboðini kunnu verða borin, tá ið løtan er lagalig.

Tað var hugvekjandi at fáa áheitanina at bera einum menniskja tey sælu boð, at Guð elskar okkum við einum ævigum kærleika. Gleðiboðini um at vit í trúnni á Jesus og í bønini um fyrigeving syndanna verða loyst frá darvandi leinkjum, sum vit av óvart ella tilvitað hava vavt okkum inn í.

Løtan var áhugaverd og rannsakandi, tá ið spurningurin varð settur mær sjálvum: Hvør er tín fyrsta raðfesting, tá ið tað lýsir fyri degi?

  • Er tað at lesa tey nýggjastu tíðindini á teimum ymisku miðlunum?

  • Er tað at lesa Guðs heilaga orð og fara í bøn eina løtu?

  • Er tað at svara dagsins aktuellu spurningum, tykjast klókur og hugsandi?

  • Er tað at bera tey sælu boðini, at vit í Jesusi eiga eina bjarta framtíð.

Spurningurin vitjaði, tí foreldur mettu, at prestur átti at nýtt tíðina til annan gerning enn at fóðra fjølmiðlarnar og látast sum Oraklið í Delfi.

Tilsipingin til oraklið var millum vinir, so broddurin í útsøgnini var eins fjálgur sum stingandi. Søgan um oraklið í Delfi staðfestir, at onkur helt seg vita betur enn tað, ið tey veruliga vistu.

Prestur! Kanst tú bera dóttur okkara tey boðini, at vit elska hana við einum ævigum kærleika. Kanst tú bera henni boðini, at Jesus elskar hvørt eitt menniskja.

Áheitanin fall mær als ikki so løtt sum hon ljóðar. Tað gingu fleiri dagar, har okkurt talaði fyri og annað ímóti. Umberingarnar styrktu ivamálini.

Samskiftið í urtagarðinum Eden upphavsins morgun rann mær til hugs. Orðini “man Guð hava sagt” føddu henda torføra spurningin: Er tað rætt og sømiligt, at vit leggja okkum út í privat viðurskifti hjá øðrum.

Tað tók sína tíð at bera henni boðini og heilsanina frá foreldrunum. Samvitskan reikaði víða, kendi skuld og trega. Skulu vit sum orðsins boðberar drála við at bera tann góðan boðskapin? Og so hesin nívandi spurningurin: Hvat um boðini vórðu borin ov seint?

Tíbetur varð heilsanin borin um ikki rættstundis so í tøkum tíma. Dóttirin var sálarliga órógvað av mongum ymiskum, og viðhvørt eru døpur mein duld.

Orðingarnar frá javnaldrum og nærumhvørvinum høvdu bitið seg fastar, órógvaðu og gjørdu skaða. Unga gentan royndi at vera sterk og gera seg leysa við tað neiliga orðavalið. Tess meira hon royndi, tess meira sálarliga fjøtrað.

Tað er skaðiligt fyri sjálvvirði teirra ungu, at tey fáa at vita, at tey er mishátt, ljót á at lýta og ódugnalig. Orðingar, ið sipa til likams støddina – at vit eru ov tjúkk ella ov kløn – eru ikki einans misvísandi, tær eru beinleiðis skaðiligar. Í kjalarvørrinum eru hjáárin, ið kunnu geva pínu alt lívið.

Vegna tvørrandi sálarfrøðiligan kunnleika dugi eg ikki til fulnar at greina skaðiligu árinini av óhóskandi málburði. Við støði í Halgubók og við atliti at tunguni kann út frá einum gudfrøðiligum sjónarhorni verða sagt, at vit nærkast óndskapi. Vit nýta vanliga eitt mildari orð og tosa um happing.

Tvørrandi sjálvvirði ger okkum kensluliga lamin. Talan er um eina heildarmynd, har alt er galið, bæði tað menniskjansliga og andaliga. Bæði foreldrini og Guð í himlinum verða uppfatað sum illviljað.

Tíbetur náddi heilsanin um foreldranna og Guðs kærleika nevndu gentu í tøkum tíma. Orð Guðs skapar ein nýggjan veruleika, gevur eina javnvág og fær okkum at hvíla í okkum sjálvum, tí vit fáa hvíld í trúnni á Jesus.

Ein dag í summar sá eg eina smílandi unga kvinnu við manni og barnavogni mitt í Havnini. Tað var ein vøkur sjón. So stórur er Guð okkara. So sterk er hansara megi. So rík er hansara signing.

Valdi at verða ósæddur og takkaði Guði fyri hjálpina henda kvinnan hevði fingið frá teimum ungu, ið virkaðu í kristiligum ungdómsarbeiði í hennara nærumhvørvi.

Eins vakur og hesin veruleikin er. Eins satt er tað, at viðhvørt kemur boðberin ov seint. Vit vóru boðsend, men komu ikki fram til tíðina. Klokkan sló sítt seinasta slag, og tímaglasið rann út.

Hjá einum boðbera í evangeliskari tænastu er tað svárt, um vit umsita tíðina á ein slíkan hátt, at vit ikki náða fram, meðan lívið er.

Vit mega bera boðini um Jesus sum Harra og frelsara, meðan dagur er. Amen.

Orðið: “Og skundið tykkum og farið og sigið lærusveinum hansara: “Hann er risin upp frá deyðum; og sí, hann fer undan tykkum til Galileu.”” (Matteus 28.7).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo