40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Bergun Kass er fødd í 1959 og uppvaksin á Strondum, býr nú í Hoyvík.

Hon hevur royndir úr býráðspolitikki, fíggjarheiminum, nevndararbeiði, almennari fyrisiting og stovnum. Hevur útbúgving á figgjarøkinum og innan bleytaru økini.

”Eg stilli upp, tí eg havi eina breiða vitan, eldhuga og royndir úr ymsum samfelagsligum viðurskiftum”, sigur Bergun Kass.

Hon sigur eisini, at almennar skipanir eru til fyri fólkið og ikki øvugt.

Hon heldur, at Løgtingið eigur at ganga á odda, soleiðis at eldraøkið í øllum landinum verður tíðarhóskandi, dagført og langtíðartryggjað - hetta eigur Løgtingið at taka upp við kommunurnar.

Hon vil arbeiða fyri, at almennar skipanir - sum skulu tæna fólkinum - virka væl, eru einfaldar, lætt atkomuligar og soleiðis sum fólkið vil hava tær.

Hon fer framhaldandi at vísa á bústaðarviðurskifti og hvussu almenn og privat finna loysnir, bæði hvør í sær og saman.

Sambandsflokkurin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo