At leggjast fyri er eitt luksus, sum eingin ísraeli kann loyva sær
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

BERIN: Í ár eru 20 ár síðani, at Berin varð stovnaður. Í hesum sambandi verður skipað fyri stórari landsinnsavning í Kringvarpinum sunnukvøldið 5. mars kl. 19.00

Berin varð settur á stovn fyri at hjálpa børnum og ungum í sorg, og fyrstu sorgarbólkarnir fóru í gongd í 2003. Hesi 20 árini hevur Berin hjálpt fleiri enn 1000 børnum, ungum, og seinastu árini eisini foreldrum, ið hava mist børn.

Endamálið við innsavningini er at savna pening inn til at røkja vaksandi virksemið hjá Beranum. Hvørt ár verða børn og ung rakt av sorg, tá ið foreldur ella systkin gerast álvarsliga sjúk ella doyggja. Í dag vita vit, at jú fyrr hond verður tikin um sorgina, størri møguleika hava fólk at fóta sær aftur.

Í sjónvarpssendingini 5. mars fara vit m.a. at hitta nøkur av teimum, sum hava verið í sambandi við Beran gjøgnum árini. Eisini hoyra vit góðan tónleik frá nøkrum av okkara bestu tónleikarum. Eitt nú fara systrarnar, Eivør og Elinborg, at framføra eitt nýtt lag, sum tær hava skrivað til 20 ára føðingardagin hjá Beranum.

Í sendingini verður lutakast um fleiri spennandi vinningar, m.a. uttanlandsferðir, el-súkklu, gistingar og upplivingar í Føroyum. Høvuðsvinningurin er ein ferð fyri tvey á luksus cruiseskipi umframt eina viku í Barcelona við øllum íroknað.

Harumframt verður uppboðssøla av tveimum heilt serligum ítróttarferðum fyri tveir persónar við A-landsliðunum í fótbólti og hondbólti, tá ið hesi skulu spæla EM-undandystir í ávikavist Kekkia og Eysturríki.  

Longu nú ber til at stuðla landsinnsavningini og vera við í lutakastinum. Hetta kunnu tit gera við at flyta pening á konto hjá Beranum í einum av hesum peningastovnum.

Bank Nordik 6460 - 6379054
Betri Banki 9181 - 5792772
Norðoya Sparikassi 9865 - 3287453
Suðuroyar Sparikassi 9870 - 3070868

Eisini ber til longu nú at senda sms til 1630 (bert Føroya Tele kundar) ella ringja á telefonnummar 905630 (Føroya Tele/Nema kundar), so stuðlar tú við 150 krónum. Nærri kunning um allar vinningar og stuðulsmøguleikar verður tøk á berin.fo/ fríggjadagin 24. februar.

Vit vóna, at øll fara at taka væl undir við landsinnsavningini sunnukvøldið 5. mars soleiðis at karmarnir hjá Beranum at hjálpa børnum, ungum og foreldrum í sorg verða styrktir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo