Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Gistinæturnar vóru knapt 7.700 í januar. Tað eru slakar 800 fleiri samanborið við sama mánað í 2022, ið svarar til ein vøkstur upp á 11 prosent. Hetta er samstundis met fyri januarmánað.

Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.

Flestu gistingarnar eru í Tórshavnarøkinum. Í januar vóru 91% av gistingunum í Tórshavnarøkinum. Tað eru 4 prosent færri enn sama mánað í fjør.

Í januar áttu føroyingar 48 prosent av gistináttunum. Tað eru 5 prosent lægri enn í sama mánað í 2022. Ferðafólk úr Danmark og útlendsk ferðafólk úr øðrum londum enn Danmark áttu ávikavist 31 og 21 prosent.

Fleiri innskrivingar í januar
Innskrivingarnar vóru góðar 4.200 í januar. Tað eru 17 prosent hægri enn í sama mánað í 2022. Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista.

Nýtslustigið nærum óbroytt
Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. 24 prosent av kømrunum vóru brúkt í januar. Tað er á sama stigi sum í januar í 2022, tá 22 prosent av kømrunum vóru brúkt. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo